Fegnast um at enda væl á heimavølli

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá HB er glaður fyri avrikið í 4-1 heimasigrinum ímóti ÍF í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá HB, Jan Dam aftaná 4-1 heimasigurin hjá HB ímóti ÍF fyrr í dag.

 

Jan Dam er sera fegin um spælið hjá sínum monnum í dag, ikki minst spælið í fyrra hálvleiki, tá liðið var á odda 3-0. Hann leggur stóran dent á, at tað hevði stóran týdning at enda væl á heimavølli, og nú ætla teir í HB sær at vinna á Skála í seinasta umfarinum, so samlaða úrtøkan kann koma uppá 45 stig.

 

Jan Dam heldur tó, at Øssur Dalbúð var alt ov fittur við sínar gomlu liðfelagar í ÍF í dag. Øssur Dalbúð skeyt tvey mál, men Jan Dam heldur, at Øssur Dalbúð átti at fingið nógv fleiri mál uppá sínar málmøguleikar í dag.