Fegin um sigurin men harmur um verjuspælið

(Frá Rás2) Royndi H71-málverjin, Jens á Skipagøtu er ikki bara fegin, hóast H71 vann í Vestmanna

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við roynda málverjan hjá H71, Jens á Skipagøtu aftaná Jens og liðfelagarnir høvdu vunnið 28-27 (13-13) í tí fyrru/fyrstu FM-finaluni ímóti VÍF norðuri í Vestmanna.

 

Givið er, at Jens á Skipagøtu er glaður og lættur um sigurin, men hann er sera sjálvkritiskur, og heldur, at tað er ikki heilt uppiborið, at H71 vinnur í Vestmanna í kvøld. Á minussíðuni dregur Jens á Skipagøtu fram verjuspælið hjá H71, sum hann heldur var alt annað enn gott. Hann heldur, at tað var alt ov ofta har hann og hin málverjin, Ári Dam ikki høvdu eina sterka verju at líta á.

 

Jens á Skipagøtu tekur einki fyri givið, og slær fast, at H71 má verða upp til sítt besta á heimavølli í Hoyvíkshøllini komandi leygardag um liðið skal vinna FM-heitið aftaná bara tvær FM-finalur.