Fegin ÍF venjari

- Tað er blivið so langt síðani, at vit hava vunnið, at eg næstan ikki minnist, nær tað var, og tí var hesin sigurin øgiliga góður, segði Jón Simonsen, venjari hjá ÍF eftir dystin í gjár.

Hann greiðir somuleiðis frá, at teir roknaður við, at AB fór at liggja langt afturi á vøllinum, og tí setti ÍF rættiliga nógv fólk fram. Bartal Eliasen var fluttur í álopið og tað gav sambært venjaranum rættiliga nógv.

Hinvegin hevur Jón Simonsen ikki nakran greiðan málsetning fyri restina av árinum.

- Vit skulu fyrst koma ordiliga burtur úr botinum, og so taka vit ein dyst á gangin, og síggja hvussu langt tað ber. Men vit hava tveir dystir áðrenn summarsteðgin og fyri teir vilja vit hava seks stig, segði hann.