Feelgood Films gevur Burturhug út á sjónbandi

Á listastevnuni í fjør vakti nýggi filmurin hjá Teiti Árnasyni so stóran ans, at Feelgood Films hevur valt at geva hann út á sjónbandi

Burturhugur- faroese observations fekk góð ummæli í fjølmiðlunum, og nógv hugdu eftir filminum, tá hann varð sýndur kring landið. Eisini hevur filmurin verið sýndur víða um í Norðanlondum, har hann eisini hevur fingið góð skoðsmál.
Filmurin, sum lýsir viðurskifti í lítlu bygdini Hattarvík, fæst nú á sjónbandi, og veljast kann ímillum eintak við føroyskari talu og eintak, sum umframt føroysku taluna hevur enskar undirtekstir.
Feelgood Films gevur bandið út. Leikstjóri er Teitur Árnason. Filmurin er 56 minuttir til longdar og kostar 198 krónur.