Ein dulnevndur persónur hevur umvegis teldupost hótt við at taka lívið av heimsins besta tennisleikara, Roger Federer.
Í hóttanini sigur viðkomandi, at hann fer at beina fyri sveisisku stjørnuni í morgin, og hevur hetta elvt til, at hann í løtuni verður vardur av einum hópi av trygdarvørðum.
Næstu dagarnar luttekur Roger Federer í Shanghai Masters í Kina, og her verða eingi óráð tikin.
- Tað er greitt, at vit taka hetta í størsta álvara. Løgregla og myndugleikar eru ávarað og hava sett tiltøk í verk fyri at verja Federer og familju hansara. Vit hava eisini valt at økja um trygdina hjá hinum leikarunum, sum eru við í kappingini, sigur kappingarleiðarin, Qi Zhong.
31 ára gamli Roger Federer er giftur við konuni Mirku og saman eiga tey trý ára gomlu eineggjaðu tvíburðardøturnar Myla Rose og Charlene Riva.