Tað gongur framvegis av skriðuni hjá FCK. Mánakvøldið vóru teir í Brøndby, og har sóu fleiri enn sekstan túsund áskoðarar saman við teimum, sum hugdu at sendingini hjá TV+, at heimaliðið vann 3?1 og tók seg upp á sekstan stig, ið er tað sama, sum Herfølge hevur.
Todi Jónsson var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá FCK, men hann kom á vøllin, tá seinna umfarið var tríggjar minuttir gamalt, og Claus Nielsen varð tikin út. Sjey minuttir, eftir at Todi var komin inn, javnaði FCK til 1?1. Brøndby hevði fingið hol á, tá veteranurin Bent Turbo Christensen skoraði longu eftir níggju minuttir.
Føroyski álopsmaðurin, ið framvegis bíðar eftir fyrsta málinum í landskappingini, sum nú er átta umfør gomul, átti sín lut í útjavnandi málinum. Todi legði innfyri úr vinstru, Thomas Thorningar longdi innleggið við høvdinum, og bólturin kom til Clement Clifford, sum tykist hava viðrák. Clifford snaraði sær á og sendi bóltin í málið aftanfyri Mogens Krogh.
Løtuna eftir útjavnandi málið trýsti FCK nógv, og teir høvdu einstakar møguleikar, men tá 71 minuttir vóru farnir fekk Brøndby mál uppá fyrsta møguleikan, sum teir høvdu í 2. hálvleiki, og seks minuttir seinni staðfestu teir sigurin. Bent Christensen skoraði fyrra málið og Peter Madsen tað seinna.
Í donskum fjølmiðlum var í gjár nortið við, at tá FCK síðst var í Brøndby, taptu teir 3?2, og dagin eftir fekk venjarin, Christian Andersen, sekkin. At hetta verður sagt nú kemst av, at tað verður mett, at sessurin undir Kim Brink av álvara er farin at loga, men tað eru eisini teir, sum halda, at við tí manningini, sum FCK nú hevur, so er tað stórur ivi um, um tað fer at bera til at fáa so nógv betri úrslit.
FCK hevur sjey stig, og tá teir sunnudagin fáa vitjan av Esbjerg verður talan um rættuliga botnuppgerð. Sama dag fáa Óli Johannesen og AGF vitjan av Vejle. Dysturin millum hesi bæði nógv vinnandi liðini í Jyllandi hevur mangan verið áhugaverdur og spennandi fyri oddastríðið í donsku kappingini, men komandi sunnudag verður ? á sama hátt sum í Parkini í Keypmannahavn ? talan um botnstríð í Aarhus.