Seinnapartin í morgin fer Roy Hodgeson fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina av FCK í einum landskappingardysti. Mótstøðuliðið í Parkini verður nýggja liðið í superliguni, Harderslev.
? Tað kann tykjast sum at talan verður um eina lætta uppgávu. Men vit høvdu ynskt at havt okkurt annað mótstøðulið í fyrsta umfarinum. Talvan er rein, og teir skulu prógva, at teir væl kunnu standa seg í bestu deildini. Um vit ikki vinna ímóti teimum, so fer tað at verða mett sum eitt stórt afturstig.
Hetta sigur Todi Jónsson. Tá vit tosaðu við hann, var tað ikki greitt, hvussu liðið hjá FCK fór at síggja út í morgin. Todi varð skaddur í lærinum undir fyrstu venjingini í summar. Hann vandi kondi alla tíðina, men hann fekk ikki vant saman við bólti í meiri enn tvær vikur. Nú hevur hann spælt fleiri venjingardystir.
Hóast Todi sjálvur ikki vil siga nakað um tað, so hava vit skilt, at tað verður neyvan nakar ivi um, at Todi seinnapartin í morgin verður ytstur í vinstru og Zuma ytstur í høgru. Umframt føroyingin og suðurafrikanarin verða framrættaðu menninir ivaleyst norski Harald Brattbakk og David Nielsen, sum er danskari, sjálvt um hann er rættuliga dimmur.
Dámligur og kravmikil
Í FCK eru teir rættuliga spentir. Seinastu árini hava vónbrotini verið stór. Hjá einum felag, ið altíð hevur sum mál at kvalifisera seg til pláss í Europa Cup, hevur tað verið alt annað enn nóg mikið, at teir so at siga hava havt fast pláss stutt omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Nú halda teir seg hava fingið ein framúr venjara, og so er spurningurin, um tað fer at síggjast aftur á úrslitunum og harvið støðutalvuni:
? Roy Hodgson er dámligur. Hann tykist hava eyga fyri, hvussu einstøku spælararnir skulu takast, men hann er eisini kravmikil, og hann sigur tær, tá tú hevur gjørt mistøk. Hann hevur verið venjari í fleiri stórum feløgum, og hann hevur vant sveisiska landsliðið, so hann hevur nógvar royndir, sigur Todi Jónsson.
? Í verjupartinum líkjast hugsjónirnar hjá Kim Brink og Roy Hodgson, men nýggi venjarin hevur aftur og aftur undirstrikað, at eingin er ov fínur til at sparka høgt og langt burtur, um talan er um stórt trýst í egnum brotsteigi. Tað gera teir í stóru feløgunum, men í FCK hevur tónin kanska verið, at sovorðið ger man ikki.
Tá tað snýr seg um álopsspælið, so kennir Todi seg eitt sindur frælsari nú, enn hann gjørdi síðsta kappingarár:
? Vit hava lært nýggj renningarmynstur, og eg havi fingið at vita, at eg skal ikki bara halda meg í vinstra borði. Útgangsstøðan verður framvegis í vinstra borði, men hesin venjarin heldur, at tað er týdningarmikið, at eg blandi meg nógv uppí, og tað dámar mær væl.di - altso tað, sum vanliga verður kallað meira intellektuellar listarleiðir - tað síggja vit ikki so nógv til her í Føroyum, sigur Jens Frederiksen og leggur afturat, at enn verður føroysk list dominerað av ekspressionismu, ið er tengd at náttúruni.
- Tað er tann listarleiðin, ið enn fyllir mest í myndini av føroyskari list. Man kann so sjálvur grunda yvir hví so er, sigur Jens Frederiksen, formaður í dómsnevndini til ólavsøkuframsýningina og leggur at enda afturat.
- Men tað hendir nógv beint og nú, og um tíggju ár vænti eg, at alt sær nakað nógv øðrvísi út. frásagnirnar um øll tey undurverk, sum hendu, tá ið Ólavsøkan var hildin í dómkirkjuni í Niðarósi.
Mangt umskiftist, meðan stundir líða. Aðrar tíðir komu, og siðurin at halda Ólavsøku varð avlagdur allar staðir.
Bert í einum landi hevur siðurin staðið við alla tíðina og ger tað enn, og tað er her hjá okkum í Føroyum.
Ólavsøkan í Føroyum hevur tey eyðkenni, sum sipa aftur til sjálvt virki Ólavs kongs hins heilaga. Hesir báðir høvuðstættirnir eru í Ólavsøku okkara: hon er ein tjóðskapligur samkomudagur og ein kirkjuligur hátíðardagur.
Nógv er í landi og fólki okkara, sum skilir sundur.
Fólkið býr spjatt í oyggjum og avbygdum, firðir og fjøll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt í fólki okkara.
Ólavsøkan hevur hildið saman. Frá gamlari tíð eru tey úr øllum bygdum komin til Havnar á Ólavsøku, til ting og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara, hon hevur staðið sum eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt sameint fólk. Tann týdningur kann illa metast, sum Ólavsøkan á henda hátt hevur haft fyri fólk okkara gjøgnum tíðirnar sum tað felagsband, sum bant fólkið saman; og hetta hevur haft sín stóra týdning fyri mál okkara, fyri kvæðini, dansin, søgurnar, okkara heimligu siðir, alt okkara føroyska fólkalív.
Men uppi yvir øllum hesum stendur kirkjan. Ólavsøkudagur hevur allar tíðir verið ein kirkjuligur hátiðardagur.
Hann er ein krossmerktur dagur. Okkara gamla løgting, sum altíð hevur verið hildið í Havn, í elstu tíðum á Tinganesi, seinri á øðrum støðum, var í fyrstuni vígt av Tórs hamri, men síðan er tað signað av hinum heilaga krossi.
Enn verður løgtingið sett Ólavsøkudag á hvørjum ári og fær vígslu sína undir krossmerkinum.
Enn ganga tingmenn og prestar í skrúðgongu úr tingstovuni og innar í kór í kirkjuni og síðan aftur i tingstovuna.
Enn verður hvønn Ólavsøkudag hildin guðstænasta í Havnar kirkju, og prestarnir í oyggjunum skiftast um at prædika hvør aftan á annan ár eftir ár sum ein vitnisburður um, at eisini i kirkjuligum týdningi eigur at vera ein heild, ein felagsskapur.
Tá ið tað viðhvørt er skotið upp, at Ólavsøkan ikki átti at verða hildin bert í Havn, soleiðis sum siðurin allar tíðir hevur verið men eisini úti á bygdunum, so er hetta ein misfatan av sjálvum grundartankanum í Ólavsøkuni; tí at við tað at hon bert verður hildin á einum staði, stendur hon sum felagsmerkið og sameiningarfundurin fyri alt fólk
okkara bæði kirkjuliga og tjóðskapliga.
"Fram, kristmenn, krossmenn, kongsmenn!" Soleiðis ljóðaði herrópið hjá monnunum hjá Ólavi kongi á Stiklastøðum.
Hesi orð skulu enn minna okkum á, at vit sum eitt sameint fólk í trúskapi og samhuga røkja og verja land okkara, at krossurin má standa uppi yvir øllum starvi okkara, og at vit í øllum lutum verða leidd og stýrd av anda Krists.
J. Dahl