FCK-málverji í Onglandi

Eins og Todi Jónsson noyðist FCK-málverjin, Rune Pedersen, nú at leita sær eftir nýggjum felagi. Hetta tí hann og FCK ikki kundu koma ásamt um nýggjan sáttmála.
Og okkurt bendir á, at tað higartil hevur hepnast væl hjá Rune Pedersen í so máta. Hesa vikuna skal hann í øllum førum til royndarvenjingar hjá enska stórfelagnum, Chelsea, sum í løtuni leitar eftir einum eykamálverja fyri italska Carlo Cudicini. Enska transfer-vindeygað stongir longu fríggjadagin komandi, so um ein handil skal gerst veruleiki, verður tað helst innan inniverandi vikan er runnin.
Hjá Toda Jónsson valdar framvegis stór óvissa um framtíðina. Hóast tað bert hevur verið italska Perugia, sum hevur verið nevnt við navni, so ljóðar tað í donsku miðlunum, at fleiri útlendsk feløg hava sýnt áhuga.
Á heimasíðu síni sigur Todi eisini sjálvur, at hann hevur havt fleiri fyrispurningar, men enn heldur hann kortini nær at kroppinum, tá spurt verður um navn á einum møguligum nýggjum felagi.