Tað eydnaðist danska meistaraliðnum, FC Keypmannahavn at fáa javnleik 1-1 ímóti spanska meistaraliðnum, FC Barcelona í Champions League bólkaspælinum í kvøld.
Hetta hendi á einum fullsettum Parken leikvølli í Keypmannahavn.
FCK-spælarnir spældu ein framúrskarandi dyst, og teir vóru javngóðir við spanska meistaraliðið stórar partar av dystinum
Lionel Messi legði Barcelona á odda tá hálvtímin var farin í fyrra hálvleiki. Men FCK vísti sanna styrki, og minuttin seinni javnaði Claudemir fyri FCK til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Tað var tó nær við, at Barcelona fór við øllum ímóti dystarenda. Innskifti Pedro rakti stongina í tí seinasta minuttinum.
Ùrslitið hevur við sær, at Barcelona hevur átta stig aftaná fýra dystir. FC Keypmannahavn hevur sjey stig fyri fýra dystir, og við heimadysti ímóti Panathinaikos eru møguleikarnir hjá FCK at vinna seg í áttandapartsfinaluna rættiliga stórir.
Rubin Kazan og Panathinaikos spældu javnleik 0-0. Rubin Kazan hevur trý stig, meðan Panathinaikos bert hevur tvey stig.
24. november tekur Panathinaikos ímóti FC Barcelona. FCK spælir sama kvøld á útivølli í Kazan.
Ùrslitini í Champions League í kvøld :
Werder Bremen - FC Twente 0-2
Hapoel Tel Aviv - Schalke 0-0
Tottenham - Inter Milan 3-1
Benfica - Lyon 4-3
Bursaspor - Manchester United 0-3
Valencia - Glasgow Rangers 3-0
FC Keypmannahavn - FC Barcelona 1-1
Rubin Kazan - Panathinaikos 0-0