FCK fór upp um strikuna

Todi Jónsson spældi bara síðsta lítla hálva tíman, tá felagið hjá honum vann fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum

Fyri ein álopsspælara eru tað málini, sum telja, tá avrikini verða dømd. Higartil í hesum kappingarárinum hava teir í FCK havt meiri enn ilt við at skora mál, og tá teir í fimta umfarinum mánakvøldið tóku ímóti OB í Parkini, hevði venjarin, Kim Brink, gjørt av, at Todi Jónsson skuldi sita á beinkinum fyrstu løtuna, meðan ungi Thomas Lauridsen, sum fyri stuttum er komin til FCK, skuldi fáa møguleikan undir liðini á David Nielsen, sum er fastur maður hjá Kim Brink.

Todi Jónsson loysti unga mannin av í 67. minutti. Tá var FCK á odda við einum máli, støðan helt sær, og harvið vann FCK fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, og sigurin hevði við sær, at teir fluttu upp á 8. plássið og harvið upp um niðurflytingarstrikuna.

Hóast FCK ikki hevur avrikað tað, sum teir ætla og vóna, so tykist áhugin framvegis vera stórur fyri teimum. 11.295 áskoðarar ­ tað er nógv hægsta talið í fimta umfari ­ vóru í Parkini, og teir sóu nógv fyrrverandi OB móti OB.

Kim Brink er fyrrverandi OB venjari, og David Nielsen, sum í 53. minutti stútaði einsamalla málið eftir innlegg úr vinstru frá Niclasi Jensen, er fyrrverandi OB spælari, saman við Carsteni Hemmingsen, sum longu í 1. hálvleiki sendi brotsspark við síðuna av málinum hjá fyrrverandi liðfelaganum Lars Høgh (dømt fyri at verja við hondini, eftir at David Nielsen hevði roynt móti málinum).

Úr Danmark frætta vit, at sigurin hjá FCK átti at havt verið tvey ella trý mál størri, enn hann var, men í FCK hava teir framvegis tann trupulleikan, at teir eru ikki nóg avgjørdir og neyvir, tá teir fara í álop og fáa møguleikar.

Komandi mánakvøld skal FCK spæla á útivølli í Lyngby.