FCK fór í kolkjallaran

Brian Laudrup ásannaði, at hann hevði ikki roknað við, at avrikið kundi verða so ússaligt

8.600 áskoðarar vóru í Parkini mikukvøldið. Og skulu vit meta út frá litunum á turrikløðum, húgvum og troyggjum, so vóru kanska 8.500 viðhaldsfólk hjá FCK. Eftir avrikið í Aalborg bæði vónaðu og roknaðu tey við, at teirra lið ? Byens hold, sum tey siga í Keypmannahavn ? fór at reisa seg, vinna og harvið í fyrstu atløgu at halda tørn um fjórða plássið, sum ber atgongumerkið til UEFA Cup við sær.

Men tað gekk beint tvørtur ímóti tí, sum FCK viðhaldsfólkini høvdu vónað. Herfølge átti ikki so mong viðhaldsfólk í Parkini, men konan, sonurin og foreldrini hjá Jákupi Mikkelsen og hini, sum ikki hildu við FCK, fóru væl nøgd til hús. Herfølge fekk eitt mál, tá bara fimm minuttir vóru farnir, og tað var nóg mikið móti einum tannleysum og viljaleysum heimaliði, sum aftur mikukvøldið misti í kappingini um pláss í Europa.

Fyri FCK var tað heldur ikki heppið, at báðir álopsmenninir noyddust at taka seg úr dystinum, tí teir vóru skaddir. Todi Jónsson fór út, tá 28 minuttir vóru farnir, og tá 70 minuttir vóru farnir, fór Brian Laudrup út, tí hann hevði fingið ein vøddaskaða.

Síðani hann kom aftur til Danmarkar hevur Brian Laudrup ikki fingið frið fyri tíðindafólkunum, og tað fekk hann heldur ikki í fyrrakvøldið. Men vit noyddust at bíða leingi, áðrenn fyrrverandi heimsstjørnan kom úr umklæðingarrúminum, har tað segðist, at stjórin í FCK, Flemming Østergaard, hevði givið spælarunum ein orduligan vals fyri tað, teir høvdu gjørt ella rættari sagt ikki gjørt!

Og tá hann endiliga hitti pressuna, var Brian Laudrup ærligur og bersøgin:

? Eftir 1-0 tapið í Viborg roknaði eg ikki við, at tað fór at bera til hjá okkum at sýna eitt vánaligari avrik, men nú má eg bara staðfesta, at avrikið í kvøld var vánaligari. Stutt sagt riggar einki, sum tað skal. Sjálvsálitið er burtur, og tað tykist næstan sum um okkum tørvar eina uppskrift uppá eitt undur.


Veldug misnøgd

Tað var ikki bara Brian Laudrup, sum var misnøgdur við avrikið hjá FCK. Tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð hoyrdist væl á áskoðarafjøldini, at hetta var ikki tað, tey vóru komin eftir, og fløgg, húgvur, troyggjur og turrikløð í hvítu og bláu litunum hjá FCK vórðu tveitt inn á vøllin.

Tað vóru fleiri hundrað føroyingar í Parkini. Millum teirra var manningin á Eysturoyingi, sum var komin til Keypmannahavnar á veg til hús aftur av Scillyoyggjunum. Tað var sjónskt á búnunum, at nógvir av føroyingunum hildu við FCK, men teir mundu neyvan standa fremstir millum teirra, ið tveittu bláu og hvítu litirnar frá sær.

At áskoðararnir hjá heimaliðnum vóru misnøgdir gekk eisini út yvir Jákup Mikkelsen. Fram móti dystarenda hevði Herfølge besta hugin at draga tíðina út. Teir spældu nógvar bóltar aftur til Jákup Mikkelsen, sum við sínum stóra bóltførleika gav sær góðar stundir, áðrenn hann sendi bóltin í spæl aftur, og tað hoyrdi hann nógv róp og geyl fyri, men tað mundi hann kortini ikki taka so tungt, tí hetta var við til at draga stigini úr Parkini og til Herfølge.