Sjónvarpsrásin hjá FCK hevur eisini tosað við hjáparvenjaran hjá FCK, Brian Riemer, um nýggja trý ára sáttmálan hjá Brandi Hendriksson Olsen. Føroyski U21 landsliðsmiðvallarin hevur í dag longt sáttmála við stóra danska felagið.
Til ber at síggja samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini
- Brandur er ein klassiskur stýrimaður á miðjuni. Hann sær møguleikar fram eftir vøllinum og hevur eitt framúr høgra bein. Umframt tað, so er hann góður til at taka sær av deyðbóltsstøðum. So alt í alt er hann ein framsíggin framrættaður miðvallari, sigur hjálparvenjarin og leggur afturat:
Les eisini: Brandur: Eg eri errin
- Hann er ein spælari, sum kann skapa málmøguleikar, tá liðið hevur bóltin. Tað eru ikki nógvir av hansara slag. So um hann klárar tað, so kann hann koma langt, sigur Brian Riemer við FCKTV.
Støðug menning
Skálvíkingur hevur verið í FCK í eina tíð, har hann millum annað hevur gjørt seg galdandi á U19 liðnum, sum tók lut í UEFA Youth League farna kappingarár.
Les eisini: Brandur gjørt nýggjan sáttmála við FCK
- Brandur hevur havt nøkur góð avrik. Hann gjørdi tað gott á U19 liðnum. Tí valdu vit at taka hann við á venjingarleguna í summar, og hyggja nærri at honum. Fyri at síggja um hann kundi tillaga seg ferðina á spælinum, og hvussu langt hann kann flyta seg sum spælara, sigur hálparvenjarin og heldur fram:
Les eisini: Brandur legði upp í FCK sigri
- Hann gjørdi tað somikið gott, at vit valdu at lata hann halda fram við at venja á besta liðnum. Har hevur hann tikið seg fram í hvørjum. Hann prógvar bæði til venjing og í dystunum fyri eykaliðið, at hann hevur eitt høgt støði sum fótbóltsspælari, sigur Brian Riemer.
Málið er nú at fáa Brand at halda fram við at menna seg sum fótbóltsspælara.
- Nú skal hann spæla nógvar dystir á eykaliðnum og vónandi fær hann debut á Superliga liðum. Tað er ymiskt hvussu spælarar reagera upp á tað, men vit trúgva upp á, at Brandur kann gera tað gott. Komandi árið skal hann venja seg við at spæla millum teir stóru dreingirnar, men eg eri vísur í, at evnini hjá Brandi nokk skulu bera hann langt, sigur Brian Riemer at enda.
Brandur hevur framvegis fyrstu minuttirnar til góðar á besta liðnum, men við hesum sáttmálanum hevur FCK gjørt øllum greitt, at teir trúgva upp á fótbóltsevnini hjá Brandi.