FCK bjóðar uppá Nordstrand

Áleyparin hjá FC Nordsjælland, Morten Nordstrand, kann gerast dýrasti spælari í donskum fótbólti, um man skal trúgva Ekstra blaðnum.

Blaðið vil vera við, at FC Keypmannahavn hevur boðið 15 mió. fyri leikaran, og at partarnir báðir skulu vera komnir ásamt um alt viðvíkjandi søluni av Nordstrand, samstundis sum leikarin skal hava klárað tað obligatorisku læknaroyndina. Um hetta er rætt, so verður Nordstrand dýrasti spælari, sum er seldur millum tvey donsk lið. Dýrasti spælari undan honum er Morten “Duncan” Rasmussen, sum Brøndby í fjør keypti frá AGF fyri 13,5 mió. kr.