FC Suðuroy hevur eina lítla favorittstøðu móti B71

Her eru oddsini upp á 1. deildardystin B71-Sandoy

Leygardagin klokkan 16.30 byrjar dysturin í 1. deild hjá monnum millum B71 og FC Suðuroy inni í Dal á Sandi.

 

B71 er nummar fimm í deildini við 34 stigum. FC Suðuroy er næstfremst við 39 stigum.

 

20. apríl vann B71 2-0 á FC Suðuroy vesturi á Eiðinum í Vági. 25. mai vann FC Suðuroy 1-0 á B71 á sama vølli.

 

FC Suðuroy hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til B71 eru 3,00.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,63.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til FC Suðuroy eru 2,04.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##