Soleiðis skrivar Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopum:
Eg sjálvur hevði arbeitt við, at leggja spildur nýggjar bátabrúgvar í havini í Skopun. Eg var stoltur av hesum.
Tá arbeiðsdagurin varð liðugur, fái eg vitjan av einum tíðindafólki úr Kringvarpinum, sum bara gjørdi sítt arbeiði. Hann sigur kanska, vit taka tað ringa fyrst í kanningini. Hetta var umsitingin. Vit eru 2 sum hava ta uppgávuna.
Fyri okkum í Skopunar kommunu var hon í botni, eftir kanningini at døma. Desverri leyp ketan av hjá mær, tí eg visti, at eg sum borgarstjóri gjørdi alt fyri borgararnar næstan nátt og dag. Fíggjarleiðarin ger alt fyri at vera fyrikomandi og tæna borgarin.
Eg brúkti tveir setningar, sum ongastaðni hoyra heima. Orðið kolasvørt lygn og eitt maðkaverk, tað hevur KVF koyrt út aftur og aftur.
Í gjøgnum 40 ár havi eg verið nógv interviewaður, bæði í landspolitikki og kommunupolitikki. Men sjáldan kenni eg meg aftur, tá eg hoyri mín boðskap í kringvarpinum. Av teirri grund, at tí tit klippa tykkara boðskap til, men sjáldan til fyrimun fyri tey, sum tit seta mikrofonina upp undir nøsina á.
Eg droymdi ikki um, at hasin setningurin kom við í interviewinum, tí tað positiva, sum eg segði um bústaðarmøguleikar, tað sum VAR positivt, varð klipt vekk.
Maðurin frá Kvf, hann sá tey spildurnýggju bátaplássini, umleið 30 pláss, men eingin áhugi.
Eg fór inn í undirhúsið og vísti honum runt og greiddi honum frá, at vit høvdu akkurát gjørt hetta valaverk undir leisti av borgarstjóranum, ongan áhuga.
Eg verði 74 ára gamal 1.11, havi boðað frá, at eg ikki stilli uppaftur. Kanska kundi kringvarpið víst hesum 40 árunum áhuga. Heldur enn at royna at psyka meg niður við, at kalla meg fyri ein røvara.
– Men eg vil so staðuliga geva Lóðri, sum gjørdu kanningina, eina treytaleysa umbering fyri tað, sum eg segði. Somuleiðis øllum øðrum, sum eg gjørdi ilt.
Men Kringvarpið, gevist við at niðurgera tykkara borgarar úti um landið, men farið útum í landið og finnið okkurt positivt, tí tað er nógv at taka av.
Til síðst, vit høvdu eitt sera gott tiltak, sum vit hildu í tríggjar dagar, Seinkaðar Várdagar, sum borgarstjórin stóð á odda fyri við góðum fólki. Eingin áhugi.
Eg kann siga til seinast, at hetta hevur gjørt mær ringt.
Eg endi við orðinum, sum eg byrjaði við: »Skammast vit við egnar kenslur«, nei tær hava koyrt sítt løb.
Heilsan
Gerhard Lognberg
Borgarstjóri og fyrrverandi løgtingsmaður