KÍ gjørdi bart í Gundadali

1. DEILD: At B36 tapti ímóti KÍ ber við sær, at møguleikin fyri tveimum uppflytarum er størri, enn hann hevur verið

Joseph Michael Williams skoraði seinna málið, tá ið KÍ í kvøld vann 2-0 ímóti B36 í Gundadali

Stigatalvan segði, at B36 var á triðja plássi við 37 stigum, og at KÍ var á áttanda plássi við 21 stigum. Tí varð B36 mett at vera stórur favorittur í Gundadali í kvøld. Men tað var KÍ, sum vann 2-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki.

 

Sigurin ber við sær, at KÍ nú er sjey stig frá niðurflytingarplássi. KÍ hevur á áttanda plássi 24 stig, og FC Hoyvík hevur á níggjunda plássi 17 stig. FC Hoyvík fer sunnudagin út á Argir.

 

At B36 tapti í kvøld ber við sær, at fleiri hava í morgin møguleika at styrkja um teirra møguleika at flyta upp. Lykladystur í kappingini um uppflyting verður í morgin á Sandi, har FC Suðuroy verður gestur hjá B71. TB hevur við sigri á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ møguleika at styrkja um sína støðu, og tað sama fer AB sunnudagin at hava, tá ið FC Hoyvík sunnudagin verður gestur á Argjum.

 

Tølini siga, at KÍ í kvøld fyri tað mesta var omaná í Gundadali. Eitt nú vann KÍ átta hornapørk, meðan B36 vann tvey hornaspørk.

 

Veteranurin Kristoffur Jakobsen legði KÍ á odda við brotssparki tíggju minuttir undan steðginum, og tríggjar minuttir eftir steðgin var tað Joseph Michael Williams, sum økti um munin til 2-0.

 

Meðan tað fyrr í summar gekk sum eftir ánni hjá B36, sum leingi var topplið, so er tað steðgað upp hjá árstalsfelagnum, sum hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar.

 

Í kvøld

 

B36 – KÍ 0-2 (0-1)

 

0-1: Kristoffur Jakobsen br 36.

 

0-2: Joseph Michael Williams 48.

 

Dómari: Leivur Zachariassen

 

Leygardagin

 

B71 – FC Suðuroy: Rúni Olsen kl. 16.30

 

TB – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.30

 

Sunnudagin

 

Víkingur – HB: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00

 

AB – FC Hoyvík: Leivur Zachariassen kl. 15.00

 

 

 

Víkingur221165502839
FC Suðuroy211092452739
B36221075412937
AB22976412434
B7122976332634
TB227114302032
NSÍ22778323728
237313244524
FC Hoyvík224513174317
HB222614235712

 

 

 

 

 

Joseph Michael Williams skoraði seinna málið, tá ið KÍ í kvøld vann 2-0 ímóti B36 í Gundadali