FC Amager spældi á útivølli ímóti fyrrverandi felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, Herfølge í gjár. FC Amager byrjaði dystin væl, og longu eftir 11 minuttirs spæl hevði Søren Nielsen lagt FC Amager á odda 1-0. Tá 72 minuttir vóru spældir økti Anders Jochumsen til 2-0, og nú var bara hjá FC Amager at binda um sekkin. Men longu tveir minuttir seinni minkaði Kenneth Sørensen um munin til 1-2. Sjey minuttir seinni javnaði Peter Benjaminsen til endaliga úrslitið 2-2, og tvey týdningarmikil stig vóru gloppin FC Amager úr hondum.