FC Amager er framvegis føroyskt

Hóast stórar ætlanir um superligu og multiarena innan næstu árini, so er Todi Jónsson onga løtu í iva um, at Føroyar og føroyskur fótbóltur framvegis eiga pláss á Amager

Fótbóltur

 

Hóskvøldið hevði FC Amager boðið føroysku samstarvsfeløgum sínum til borðs á Hotel Føroyum.

Síðani Todi Jónsson og aðrir íleggjarar fyri hálvum øðrum ári síðani tóku yvir í táverandi Fremad Amager, er eitt miðvíst arbeiði farið fram fyri at menna felagið. Og hóast tað ítróttarliga hilnaðist illa fyrsta hálva árið, tá niðurflyting gjørdist veruleiki, so hevur útbyggingin av fundamentinum í felagnum verið støðug. Eitt nú við at stovnseta FC Amager, sum er ein yvirbygningur av fleiri feløgum á donsku høvuðsstaðaroynni, har tað í dag búgva beint oman fyri 300.000 fólk.

Millum tað, sum varð lagt fram hósdagin var eisini ætlanin um eina nýggja multi-arena. Ein arena, sum FC Amager ikki verður einsamalt um, men sum tó ætlandi skal vera við til at lyfta fíggjarliga fundamentið í felagnum, soleiðis at at tað um nøkur ár er til reiðar at taka dystin upp við tey heilt stóru.

 

Hjartað er føroyskt

Hetta saman við heilt ítøkiligu ætlanunum um at vera í superliguni um tvey ár, og við hesum økja lítla fótbóltsfelagið á Amager til at vera eina milliónaforrætning, fær kanska summi at halda, at føroyski parturin í framtíðini bert verður ein viðfáningur.

Men stendur tað til Toda Jónsson, so verður føroyski parturin verandi í FC Amager.

- Sjálvandi fái eg ikki garanterað, hvat hendir í framtíðini. Men eg fái í øllum førum sagt, at so leingi sum eg eri partur av hesum, verður føroyski parturin eisini ógvuliga týdningarmikil. Tað hevur nakað at gera við, hvar tú hevur hjartað, og Føroyar er jú mítt føðiland.

Men tá tú tosar um milliónaøkingar í umsetninginum og veldugar stadion-ætlanir við møguleikum fyri alskyns risa-stórum tiltøkum. Er tá ikki vandi fyri, at hjartað til tíðir má víkja fyri kapitalinum og kaldari forrætning?

- Tey bæði tingini nýtast als ikki at útiloka hvørtannað. Hartil hevur ein møgulig multi-arena sum so einki at gera við sjálvt FC Amager. Ætlanin er sjálvandi, at hendan skal vera við til at betra um møguleikarnar hjá fótbóltinum at virka, men tað er ikki so, at FC Amager við einum verður nøkur milliarda-forrætning. FC Amager er fyrst og fremst eitt fótbóltsfelag, har ein av ætlanunum er at menna føroyskar spælarar. Copenhagen Multi-arena er so øgiliga nógv annað enn bara fótbóltur, og talan er eisini um tvey feløg, sum tó hava tað til felags, at ein høvuðspartaeigari í báðum førum verður íløgufelagið hjá okkum, sigur Todi Jónsson.

Í mánadagsblaðnum verður hugt nærri at stórslignu stadion-ætlanini, sum varð løgd fram á tiltakinum hósdagin.