Verulig ferð er á royndunum at skapa eitt nýtt stórfelag á Amager.
Seinastu mánaðirnar hava Kastrup og Kløvermarkan kastað saman við Toda Jónsso og Fremad Amager, og í dag legðist Dragør afturat.
- Við siðvenjuni, væl skipaða ungdómsarbeiðnum og ikki minst landafrøðiligu staðsetingini er Dragør eitt felag, sum vit eru sera fegin um at fáa við í samstarvið, sigur Todi Jónsson, sum er nevndarformaður og virkandi stjóri hjá Fremad Amager.
Og eisini í Dragør eru tey fegin um stigið.
- Vit eru fegin um at gerast partur av visjónini um eitt stórfelag á Amager. Og vit ivast ikki í, at vit eisini kunnu geva okkara íkast til hetta, sigur Henrik Balck vegna felagið.