Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, fer at senda sjey av sínum bumbuserfrøðingum til Svøríkis at hjálpa svensku fregnartænastuni at kanna umstøðurnar í sambandi við yvirgangsatsóknina í Stockholm leygardagin.
Sara Kvarnström, sum er talskvinna hjá Säpo, sigur við fjølmiðlarnar, at svensku myndugleikarnar fingu eitt tilboð úr USA um hjálp, og at teir valdu at taka av tí. Svenski løgmálaráðharrin, Beatrice Ask, er fegin um tilboðið hjá FBI.
-Hetta vísir, at altjóða løgreglusamstarvið virkar, sigur hon við blaðið Expressen. Hon sigur, at teir amerikonsku serfrøðingarnir kenna framferðina hjá yvirgangsmonnum kring heimin, og at teirra kunnleiki kann koma svensku myndugleikunum væl við.