FBI bar ótta fyri yvirgangi umborð á flogfari

Eitt flogfar hjá amerikanska flogfelagnum US Airways fekk boð um at venda aftur, tí trý av ferðafólkunum líktust arabarum og høvdu bert keypt einvegis ferðaseðil, sum tey høvdu goldið í hondina.

Flogfarið hjá US Airways var á veg úr Philadelphia til Orlando í Florida, tá embætismenn hjá samveldisløgregluni FBI vórðu kunnaðir um tey trý ferðafólkini og ferðaseðlakeyp teirra.

FBI gav alt fyri eitt flogskiparanum boð um at venda aftur, og tá flogfarið við teimum 134 ferðafólkunum lendi aftur í Philadelphia, fóru løgreglumenn umborð eftir teimum trimum ferðafólkunum. Samstundis leitaðu servandir bumbuhundar eftir spreingievnum umborð á flogfarinum.

Talskvinnan hjá FBI, Linda Vizi, sigur, at myndugleikarnir bóru ótta fyri, at tey trý ferðafólkini kundu hava ætlanir um eina yvirgangsatsókn, og at flogfarið tí fekk boð um at venda aftur. Tey trý ferðafólkini, tríggir menn, vórðu avhoyrd og síðani latin leys.

Aðrar amerikanskar keldur vistu mánadagin at siga frá, at tvey onnur amerikansk ferðamannaflogfør fingu boð um at venda aftur sunnudagin. FBI vil ikki gera nakrar viðmerkingar til tey tíðindini.