FBI avdúkar loynilig Kennedy skjøl

FBI hevur leys latið skjøl, sum áður hava verið loynilig. Skjølini avdúka millum annað, at ein av brøðrunum Kennedy fekk eitt ótal av deyðshóttanum í mong ár. Tað skrivar tíðindastovan Reauters.

FBI hevur almannakunngjørt 2200 síður av áður loyniligum skjølum, sum millum annað greiða frá deyðshóttanum ímóti tí demokratiska senatorinum og forsetavalevninum Edward Kennedy ? vanliga róptur Ted Kennedy.

Ted Kennedy doyði í fjør, 77 ára gamal, av krabbamein. Hann er soleiðis tann einasti av fýra brøðrum, ið ikki bleiv dripin í ungum aldri.

Longu áðrenn John og Robert Kennedy vóru tiknir av døgum, fekk Ted Kennedy fleiri deyðshóttanir. Fleiri teirra vóru orsaka av politiskum ósemjum, sent frá eitt nú Ku Klux Klan og øðrum víðgongdum amerikanskum felagsskapum. Nakrar deyðshóttanir komu eisini frá sálarliga sjúkum fólki. Tær fyrstu hóttanirnar komu í 1961.

?Ein ávaring til Kennedy familjuna. John Kennedy bleiv dripin sum nummar eitt. Robert Kennedy sum nummar tvey, og Ted Kennedy vil eisini verða dripin tann 25. Oktobur 1968?

Soleiðis ljóðaði ein deyðshóttan frá 1968 sambært New York Times.

Ted Kennedy skrivaði í sínari sjálvsævisøgu, ið kom á gøtuna í fjør, at hann alt sítt lív var bangin fyri at fáa somu lagnu sum Robert og John Kennedy.

Kelda. Bt.dk