Áður loynilig skjøl hjá FBI vísa á, at John, Robert og Ted Kennedy høvdu sokallaðar sex-veitslur við stjørnum sum Marilyn Monroe og Frank Sinatra Í einum skjali frá juli í 1965 kemur tað til sjóndar, at ein kvinna frá New York hevur ?nógvar upplýsingar um sex-veitslur?, við gestum sum Kennedy brøðirnir, Monroe, Sinatra, umframt aðrar navngivnar persónar.
Eftir skjølunum at døma, so vóru hesar veitslur í Carlyle Hotel í New York.
Kvinnan, sum hevði hesar upplýsinar var Jacqueline Hammond. Hon var javnan gestur á hotellinum, stendur at lesa í skjølunum, sum nú verða almannakunngjørd á heimasíðuni The Smoking Gun.