Longu aftaná tvey umfør er løst og liðugt í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum. KÍF og VÍF hava vunnið seg víðari til hálvfinalurnar.
Í kvøld vann KÍF 30-25 á Neistanum í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var KÍF á odda 15-13.
Lýðar í Dímun var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum. Mikkel Vinther var toppskjútti hjá KÍF, somuleiðis við sjey málum.
VÍF og KÍF hava fýra stig hvør, meðan Neistin og H71 2 einki stig hava.
11. desember er leikskráin fyri triðja umfarið: Neistin-H71 2 og VÍF-KÍF.
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum Neistan og KÍF:
##med2##