Tann fyrsti dysturin í innleiðandi bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum er leiktur í dag.
Í Vágshøll eydnaðist tað verandi steypavinnarunum, Kyndli at vinna ein trivaligan 33-22 sigur á VB. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 17-12. Tíðliga í seinna hálvleiki fekk VB minkað til støðuna 14-17, men eftir tað dróg Kyndil aftur frá teimum, og økti so líðandi.
Carmen Luiza Silva var toppskjútti hjá heimaliðnum við níggju málum. Turið Arge Samuelsen (savnsmyndin) var toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum.
Klokkan 18 byrjar dysturin í høllini á Hálsi millum Neistan og StÍF.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum suðuri í Vági:
##med2##












