Kyndil vann bólk 1 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum, og H71 gjørdist nummar tvey.
H71 vann í Hoyvíkshøllini 28-26 á VÍF. Vestmannakvinnur vóru annars á hálvfinalukós í steðginum, tí tá vóru tær á odda 15-12.
Fyrstu sjey minuttirnar av seinna hálvleiki vendi H71 støðuna 12-15 til eina 18-15 leiðslu áðrenn VÍF megnaði at svara aftur. VÍF megnaði at koma upp á javnt nakrar ferðir, men tær fingu ongantíð leiðsluna aftur í dystinum.
Maria H. Weyhe og Elsa Egholm vóru toppskjúttar hjá H71 við sjey málum hvør. Lise Marie Nesse Evensen var toppskjútti hjá VÍF, somuleiðis við sjey málum.
Í Vágshøll vann Kyndil 26-20 á VB. Í steðginum var Kyndil á odda 12-10.
Carmen Luiza Silva skoraði helvtina av málinum hjá VB, 10 mál. Bjarta Osberg Johansen var við átta málum toppskjútti hjá Kyndli.
Kyndil og H71 hava fimm stig hvør. VÍF hevur tvey stig og VB hevur einki stig. Kyndil møtir Neistanum í hálvfinalunum. H71 møtir Stjørnuni.
HER ber til at síggja dómaraseðlarnir hjá HSF frá dystunum í Hoyvík og í Vági:
##med2##
##med3##