Faxe Kondi: H71-Neistin beinleiðis á FM klokkan 19

Neistakvinnur skulu heinta inn eina áttamáls-leiðslu frá fyrru hálvfinaluni

Í kvøld klokkan 19 spæla kvinnurnar hjá H71 og Neistanum seinnu hálvfinaluna í Faxe Kondi kappingini í Hoyvíkshøllini.

 

Neistakvinnur hava harðan arbeiðssetning. H71 er á odda 31-23 frá fyrru hálvfinaluni, men í hondbólti gongur tað ofta skjótt, og neistakvinnur fara at spæla fyri sínum møguleika.

 

Sjúrður H. Hoydal fer at siga beinleiðis frá dystinum á FM1. Sett verður niðan í Hoyvíkshøllina tá tíðindasendingin er liðug umleið klokkan 18.45.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

Ljóðsamrøður og frásøgn vera at hoyra á www.trok.fo seinni á kvøldinum.