Favorittsigur í Sandavági

FSV04 er framvegis næstfremst í 1. deild í fótbólti, og FSV04 er eftir 9 umfør framvegis trý stig aftanfyri oddaliðið av Toftum.

Í dag hevur FSV04 vunnið 4-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, eftir at hálvleiksstøðan var 2-1.

Um heimaliðið hevði roknað við avgreiðslu sigri, so fingu teir ein orduligan hvøkk, tá ið NSÍ legði seg á odda, tá ið eitt korter var farið. Sonni L. Petersen var málskjútti.

Undan steðginum svaraði FSV04 tvær ferðir aftur. Elfinn Ørvarodd javnaði til 1-1, og Sjúrður Ellefsen skoraði til 2-1.

Í 2. hálvleiki skoraði FSV04 tvær ferðir afturat. Málskjúttar vóru Elfinn Ørvarodd og Andrzej Stretowicz.

Í 2. hálvleiki varð Jovan Panic hjá FSV04 rikin av vølli.

FSV04 hevur 22 stig, og NSÍ hevur 9 stig.