Fátækramarkið á tingborð í morgin

Løgmaður skal í morgin greiða Løgtinginum frá, hvussu hann ætlar at hjálpa familjum, sum liva undir fátærkamarkinum.

Løgmaður skal í morgin greiða Løgtinginum frá, hvussu hann ætlar at hjálpa familjum, sum liva undir fátærkamarkinum.

 

Tað er Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen munnligan fyrispurning um familjur, sum liva undir fátækramarkinum í Føroyum.

 

Hon spyr:

– Hvat ætlar samgongan ítøkiliga at gera fyri at hjálpa familjum, sum liva undir fátækramarkinum? – Nær verða møgulig tiltøk sett í verk?

– Hvussu verður við áður fráboðaða skattalættanum til lág- og miðallønt?

 

Rigmor Dam vísir á í viðmerking til spurningin, at vit enn einaferð síggja í miðlunum, at familjur liva undir fátækramarkinum í Føroyum. Stakar mammur við útbúgving og fulltíðarstarvi fáa ikki endarnar at røkka saman.

 

– Prísin bera børnini, sum vaksa upp í korum, sum avmarka møguleikar teirra at luttaka í felagsskapinum á jøvnum føti við onnur. Hendan kenslan av eksklussión kann, sambært serfrøðingum, verða skaðilig fyri menning og trivnað barnanna, og elvir uttan iva eisini til, at familjur leita sær burtur í liviligari lond, sigur Rigmor Dam.

 

Hon vísir á, at málið við vælferðarsamfelagnum er, at øll børn, sum verða borin í heim, skulu hava javnbjóðis møguleikar at røkka eydnuni og at menna síni evni og dreymar í felagsskapinum, óansæð upphav, umhvørvi ella inntøku foreldranna. Norðurlendsku umfordeilingsskipanirnar eru í somáta søgulig eindømi í heimshøpi.

 

– Vanliga hevur landsskatturin verið fremsta umfordeilingsamboðið, men eftir at landsstýrið setti í verk flatskatt, eru allir skattir og avgjøld í landinum fløt (undantikið Heilsutrygd). Lands- og kommunuskattur eru so gott sum flatir, prísir og avgjøld á vørum og tænastum eru fløt.

 

– Vantandi umfordeiling rakar sjálvandi meinast hjá teimum lægsløntu, sum frammanundan hava ilt við at fáa mánaðarlønina at røkka longri enn til eina viku ella tvær, sigur hon.

 

– Nøkur átøk hava verið framd, treyðugt so. Men framvegis eru alt ov nógv fólk í Føroyum, sum, eisini hóast tey arbeiða, ikki fáa roknistykkið at ganga upp – helst vegna tað, at vit hava lutfalsliga lágt lønarlag, høgt kostnaðarstøði, høgar leiguprísir, barnaansingargjøld, flutningsútreiðslur o.s.fr, sigur Rigmor Dam.

 

Hon sigur, at til allar tíðir hevur fátækradømi verið ein politisk avbjóðing, tí politikkur snýr seg jú grundleggjandi um, hvussu vit býta ríkidømið í landinum.

 

– Tí má løgmaður, sum ovasta leiðsla landsins, greiða frá, hvør ætlanin ítøkiliga er at gera fyri at lætta um hjá harðast raktu barnafamiljunum, og nær hesi tiltøk verða sett í verk.