Í 2019 vóru Føroyar eitt nógv javnaðari samfelag enn árini frammanundan. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Nýggjasta uppgerðin yvir inntøkurnar hjá føroyingum vísir, at tað vóru lutfalsliga nógv færri undir markinum fyri at vera fátæk í 2019 enn tað vóru árini frammanundan. Uppgerðin vísir, at somuleiðis, at inntøkubýtið millum føroyingar eisini javnari í 2019 enn undanfarin ár.
Talan er um eitt tekniskt roknistykki, men talvan vísir, at í 2019 var talið á fátækum fólki 2,2 prosentstig lægri enn tað var í 2018. Í 2019 vóru 7,7 prosent av føroyingum fátækir og í 2018 vóru 9,9 prosent av føroyingum í fátækir.
Annars eru tølini hesi:
2010: 8,4 prosent
2011: 8,9 prosent
2012: 9,9 prosent
2103: 10,1 prosent
2014:10,4 prosent
2015: 10,2 prosent
2016: 9,7 prosent
2017: 10,4 prosent
2018: 9,9 prosent
2019: 7,7 prosent
Hagstovan sigur, at orsøkin til, at talið á fátækum minkaði frá 2018 til 2019, er fyrst og fremst tann, at í høvuðsheitum hava tað verið tey yvir 67 ár, sum hava verið á fátøk, og okkurt árið hevur næstan 30 prosent av teimum verið undir markinum. Men i 2019 eru fleiri av teimum farin upp um markið. Yvirhøvur hava tey ligið beint undir markinum, men í 2019 eru tað 9,4 prosentstig færri av teimum, sum eru yvir 67 ár, sum eru undir markinum enn í 2018.
Í hagtølunum sæst eisini, at tað er har tey eru fleiri fólk í húskinum, sum eru farin upp um markið, men hjá teimum støku ið eru yvir 67, er støðan áleið tann sama sum undanfarin ár. Væl meira enn helvtin av teimum støku yvir eru undir fátækamarkinum.
Samstunds vísir uppgerðin, at stættarmunurin í Føroyum er minkaður. Ginitalið er eitt tal fyri, hvussu stórur munur er á hægstu og lægstu inntøkunum og lægri tað er, javnari er samfelagið. Í 2019 var ginitalið 22 og tað ger Føroyar til eitt tað javnasta samfelagið yvirhøvur. Men árini frammanundan hevur ginitalið verið hægri og í 2015 og í 2016, var tað ávikavist 23,5 og 23.