Vegagerð
Gøtueiði:Smali vegurin við argandi svinginum um Gøtueiði er ikki meir. Hann er avloystur av einum breiðum, beinum vegastrekki.
Vegagerðin er um at vera endaliga liðug nú, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur. Breiðkingin er gjørd, og vegurin verður nú asfalteraður. Í næstu viku kemur ein bilur úr Noreg at seta autoverju upp ymsastaðni í landinum. Hann byrjar mánamorgunin á tunnilsvegnum í Vágum, og fer síðan undir Gøtueiði. Tá tað er gjørt, er endaliga liðugt har, sigur Oyvindur Brimnes.
Arbeiðið hevur tikið sína tíð. Eini fýra ár ella so. Men tað kemst av ymsum grundum, sigur landsverkfrøðingurin.
Í fyrsta lagi hevur bara verið arbeitt fyri smæri, spjaddar játtanir. Í øðrum lagi er sera nógv ferðsla eftir strekkinum, sum ongantíð hevur verið stongt. Øll ferðslan úr Leirvík, Gøtu og Fuglafirði kemur tann vegin. Tá eru norðoyingar eisini uppií.
?Einir 3.000 bilar um samdøgurði hava ferðast handan vegin, meðan arbeitt hevur verið, metir Oyvindur Brimnes, so tað er greitt, at tað hevur órógvað.
Fólkið, sum hevur abreitt við vegin um Gøtueiði, er nú farið í Kallsoynna, har arbeitt verður millum Knúksdal og Syðradal.
Annars er ikki tað stóra í gongd hjá landsverkfrøðinginum í løtuni. Í Gásadalstunlinum verður tó arbeitt av fullari kraft, og ætlanin er at koma ígjøgnum fyri jól. Men á Skála er steðgur í, og tað sama er í Havnardali. Eingir pengar eru eftir, sigur landsverkfrøðingurin.










