Fartelefonir bannaðar í fronskum skúlum

Børn í fronskum skúlum mugu eftir summarfrítíðina siga "au revoir" til telefonina í skúlatíðini

Fartelefonin er blivin ein fastgrógvin partur av gerandisdegnum hjá børnum í dag. Í Fraklandi eru tiltøk nú sett í verk fyri at minka um fartelefonnýtsluna hjá børnum og ungum.

 

Eftir summarfrítíðina verður tað bannað at brúka fartelefonir í skúlum í Fraklandi. Hetta hevur franska tjóðartingið samtykt í gjár, skrivar franska tíðindastovan, Le Monde.

 

Hetta bannið verður ikki bara galdandi í tímunum, men á øllum skúlans øki. Tað hevur annars longu verið bannað við lóg síðan 2010 at brúka fartelefonir í tímunum, og ranska stjórnin hevur síðan í fjør havt ætlanir um eitt alforboð av fartelefonum í skúlunum.

 

- Tað almenna forboðið av fartelefonum í skúlum og studentaskúlum er blivið samtykt av tjóðartinginum í dag, váttar franski forsetin, Emmanuel Macron, á Twitter í gjárkvøldið.

 

Summi í flokkinum hjá Macron hava enntá talað fyri, at forboðið skuldi vera galdandi fyri starvsfólk á skúlunum eisini, soleiðis at tey vaksnu kunnu vera eitt gott fyridømi hjá børnunum. Hetta bleiv ongantíð til nakað. 

 

Har verður tó enn pláss fyri undantøkum til útbúgvingarlig endamál og til børn, ið bera brek.