Fartelefonin er komin fyri at vera

Evnið hesuferð er fartelefonir

Fyri nøkrum fáum árum síðani vóru tað fá, sum áttu eina fartelefon. Tey, sum áttu eina fartelefon tá, høvdu eitt stórt skrímsl av eini telefon, sum tú ikki ein gongd kundi stappa niður í buksulumman ella í skjúrtulumman.
Í dag hava øll fartelefon. Biiip her, og biiip har er at hoyra, hvar tú so vendir tær. Backstreet Boys og B36 sangurin kima allastaðni tú fer. Fartelefon er »in« nú. »Trendið«. Tað er »hip« at eiga eina fartelefon.
? Hetta er nakað, sum sæst aftur í øllum Evropa, ja kanska øllum heiminum, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele.
? Grundirnar eru nakrar til, at fartelefonin er so væl umtókt í dag. Tann eina er sms-boðini, har tú hevur ein heilt nýggjan hátt at samskifta upp á. Fartelefonin er eisini vorðin bíligari at brúka enn fyrr, hon er minni og hon er stuttligari at fáast við.
Andras Róin vísir á, at fyri nøkrum árum síðani, gingu øll tey ungu við einum Game Boy í hondini. Hann heldur, at fartelefonin er bara komin inn í myndina ístaðin fyri Game Boy.
? Fartelefonin er ein samantvinning av nógvum ymsum. Tú kanst spæla, verða á internetinum, chatta, lurta eftir útvarpinum, lurta eftir tónleiki, senda sms-boð og ikki at gloyma at tosa, sigur Andras Róin.
Stjórin á Føroya Tele metir ikki, at fartelefonin fer út av móta.
? Telefonirnar broytast longu hvørt ár, og eg giti, at tær fara at megna at fylgja við mótarákinum sum er nú. Sjálvur meti eg, at fartelefonin er komin fyri at vera.