FaroExpo mat av Hotel Hafnia

Øll seks árini, síðan vinnustevnan FaroExpo fyrstu ferð sá dagsins ljós, hevur Hotel Hafnia syrgt fyri, at luttakararnir fáa morgunmat, døgurða og kaffi. Kitty Olsen, ið hevur starvast sum tænari á Hotel Hafnia í 13 ár, hevur øll árini verið við til at givið luttakarum á vinnustevnuni FaroExpo morgunmat, døgurða og kaffi.

Aftur í ár er tað Hotel Hafnia, sum stendur fyri serveringini, og aftur í ár er Kitty Olsen partur av hesum tiltaki.

Aftrat sær hevur hon Helgu Nordendal, sum er útbúgvin tænari - og Marna Ørvarodd, sum koyrir matin av Hotel Hafnia og inn til Runavíkar.

Helga er ikki í føstum starvi á Hotel Hafnia, men hjálpir til, tá boð eru eftir henni.

Marni Ørvarodd er tað, sum rópt verður ?alt mulig mand? hjá miðbýarhotellinum í Havn.

Hann heintar vøru, og hann koyrir mat út til viðskiftafólk, umframt at hann eisini hevur ymiskar aðrar uppgávur, tá hotellið skal fyrireikast til fundir og annað virksemi, sum Hotel Hafnia plagar at vera karmur um.

Marni hevur starvast á miðbýarhotellinum í tilsamans 18 ár.

- Eg eri ikki bedellur, men ein partur av mínum uppgávum líkjast tí, sum ein bedellur fæst við, sigur Marni Ørvarodd.

Kitty Olsen sigur, at henni dámar væl at fáast við tænastuvirksemi, sum er partur av hesum arbeiði, og eftirhondini er hon vorðin kend við umhvørvi, sum er á vinnuráðstevnuni FaroExpo.

Seinastu fýra árini hevur hon í summarfrítíðini arbeitt á Grand Park í Korsør í Danmark, og í ár arbeiddi hon á hotellinum í fimm vikur.

- Eg ætli mær aftur til Korsør at arbeiða komandi summar, og eg haldi, at hetta gevur mær íblástur til mítt dagliga starv sum tænari á Hotel Hafnia, sigur Kitty Olsen.