FAROE5 var kosin besti nýggi bólkur á Planet Awards í fjør, hevur givið eina stakfløgu og eina fløgu út. Hava seinasta árið haft 3 sangir ovast á 15 Teim Bestu. FAROE5 upptraðkaði leygarkvøldið við Múrin, saman við tónleikabólki, og framførslan var sera væl móttikin bæði av áhoyrarum og ummælarum.
Í Sosialinum og á Portal.fo skrivar Rólant Waag Dam m.a. at ?FAROE5 gjørdu tað serstakliga væl. Framførslan var lívlig, góð og sannførandi?
Á konsertini, sum verður á Futt í Býin, í kvøld kl 21, fara ungu genturnar at framføra tey mongu kendu hittini, E vil hava T, Sama Ger, Bara 1 Spæl, Eina Langa Nátt, Tell Me Now, Parachute og fleiri, men tær hava eisini nakrar heilt nýggjar sangir á skránni.
FAROE5 eru songkvinnurnar Asta, Vígdis, Jónvá, Lillian og Ragnhild, THOR er gestarappari og sangari á nøkrum sangum, Henning Nicodemussen spælir trummur, Leivur Thomsen guitar, meðan sangskrivarin og prodúsarin, Kári Jacobsen spælir keyboards.
Konsertin verður á Futt í Býin, í Tórsgøtu, í kvøld 27. juli klokkan 21. Atgongumerkjaprísurin fer frá 250 krónum upp á 300 krónur við hurðina. Og atgongumerkir seljast til konsertin er liðug. Forsølan gongur sera væl, siga fyrireikararnir.