Faroe Petroleum hevur funnið gass í Breagh-brunninum í syðra parti av Norðsjónum Økið er tætt við onnur gassøkið, har Faroe Petroleum framleiðir gass frammanundan, sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.
Nú verður ein sokallað ?flow test? fyrireikað, sum skal geva týðandi upplýsingar um økið. Niels Sørensen, stjóri, sigur, at hesar royndirnar fara vónandi at geva svar miðjan november mánað, og eru tær upplýsingarnar góðar, verður farið undir at bora næsta ár.
Tað sást aftuir á partabrævavirðinum í Faroe Petroleum í dag, at felagið hevur funnið gass. Kursurin hækkaði meiri enn átta prosent.