PP Faroe Pelagic boðar í dag frá, at felagið hevur steðgðað einum rættarmáli við Taks. Málið snýr seg um skattagjalding fyri 6,5 milliónir krónur.
–Hóast ósemjuna rindaði PP Faroe Pelagic skattin, sum kravdur varð av TAKS í málinum, íalt tkr. 6.545. Harumframt hevur jaliga gongdin hjá P.P. Faroe Pelagic seinastu árini viðført, at ósemjan í dag veruliga er um, hvørji ár goldni skatturin er fyri og hevur ikki ávirkan á samlaðu skattskyldugu inntøkuna hjá Faroe Pelagic, sigur felagið í fráboðan.
Taks valdi at royna málið í Føroya Rætti, eftir at Skattakærunevndin hevði givið Faroe Pelagic viðhald í ósemjuni.
– Eitt tílíkt mál tekur fleiri ár at avgreiða, og sum tíðin er liðin, hevur gongdin hjá P.P. Faroe Pelagic verið góð, og støðan er broytt soleiðis, at útfallið í Føroya Rætti ikki broytir samlaða skattin hjá feløgunum, men einans flytur skattin millum ár, sigur Faroe Pelagic.
– Tá ið nú verður gjørt upp, hevur hetta ikki ávirkan á samlaðu upphæddina, sum felagið eigur at gjalda og hevur goldið í skatti fyri tíðina 2010-2016. Ósemjan er tí veruliga um, hvørji ár goldni skatturin er fyri, og hetta er ikki avgerandi fyri P.P. Faroe Pelagic.
– P.P. Faroe Pelagic hevur tí gjørt av at steðga rættarmálinum móti TAKS, hóast felagið framhaldandi metir, at P.P. Faroe Pelagic ikki hevur gjørt nakað skeivt skattliga, og hetta verður eisini stuðlað av avgerðini í Skattakærunevndini, sigur Faroe Pelagic.