- Fleiri og fleiri ferðast við okkum ung sum gomul. Í mai mánaði høvdu vit nógv ferðandi, tí vit byrjaðu við sera bíligum ferðaseðlum. Men í juni og fyrst í juli vóru flogførini hjá okkum ikki líka full. Hetta komst av, at flest øll høvdu keypt sær flogferðaseðlar, áðrenn vit komu á marknaðin. Men nú er summarsølan við at hæsa av, og bíleggingarnar eru hækkaðar munandi, staðfestir Jóhan E. Simonsen.
Leysasøgur vilja vera við, at tit ætla at hækka eginpeningin við at tekna nýggjan partapening. Er tað satt?
- Ja, men tað er ikki tí, at tað hevur gingið illa hjá okkum tvørturímóti. Vit hava ætlað okkum frá fyrsta degi av at leiga enn eitt flogfar, og tað er í hesum sambandi, at vit ætla at hækka eginpeningin og tekna nýggjan partapening. Í løtuni arbeiða vit ítøkiliga við tí, og í næstum fáa vit at síggja, um tað fer at eydnast okkum.
Spurdur, um hann metir, at tað er tørvur á enn einum flogfarið í Føroyum, svarar Jóhan E. Simonsen uttan himpr, at tað er tað avgjørt:
- Vit ætla ikki, at nýggja flogfarið skal flúgva rutuflúgvingina millum Føroyar og Danmark. Vit ætla at víðka um virksemið hjá okkum við at skipa fyri leiguflúgving. Ætlanin er, at vit í seinasta lagi fyrst í 2007 hava nýggja flogfarið og fara tá at bjóða okkum út at flúgva fyri onnur feløg, sigur Jóhan E. Simonsen at enda.










