Faroe Fitness

STÓR MYND FRÁ SVIMJIHYLINUM

Tað er mest átøkt onkrari fitness-sending, tá hotel-gestirnir á Henipa-hotellinum nú um dagarnar síggja føroyska liðið strekkja út eftir loknar venjingar.

Venjingarnar eru vanliga lidnar um middagsleitið, og so skulu vøddarnir sjálvandi mýkjast nakað, og hetta verður hvørja ferð gjørt við svimjihylin á hotellinum.

Tina Jacobsen, sum annars hevur langar dagar sum fysioterapeutur á ferðini, stendur á odda fyri hesum, og lítið er at ivast í, at føroysku kvinnurnar njóta møguleikan at fáa nakrar løtur í sólini, heldur enn bert at sita innandura í góða veðrinum.

-mørk