Um hálvgum tíggju tíðina mánakvøldið, kom "Ocean Warrior" siglandi ígjøgnum Nólsoyarfjørð. Tá Sea Shepherd skipið var komið útfyri grótbrotið á Glyvursnesi, fóru fýra mans av skipinum í tveir smaár gummibátar. "Ocean Warrior" sigldi síðan víðari út úr fjørðinum.
Gummibátarnir høvdu hvørki motor ella árar, men aðrir bátar vóru skjótir at koma monnunum til hjálpar, og teir verða nú togsaðir inn á Havnina.
Teir fýra menninir, Ið fóru av "Ocean Warrior" vóru ein hollendskur tíðindamaður og tríggir av manningini. Ein teirra var pressutalsmaðurin hjá Sea Shepherd, Frank Thrinkle.
Tá Sosialurin tosaði við teir fýra menninar úti á fjørðinum, søgdu teir seg ikki vera rýmdar, men at teir hildu seg kunna gera betri nyttu á landi enn umborð. Teir søgdu seg harumframt vera til reiðar til at verða handtiknar, tá teir komu á Havnina.
Tann hollendski tíðindamaðurin verður tó neyvan handtikin. Hann hevur er ikki blivin noktaður










