Farmaskip sigldi seg fast í Sues-veitini

M/V Glory tók í botn nærindis egyptiska havnarbýnum, El-Qantarah. 

 

Útlendskir miðlar vita í morgun at siga, at eitt farmaskip - M/V Glory - hevur tikið í botn í Sues-veitini.

 

Tíðindastovurnar, Reuters og Associated Press, eru millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi í morgun.

 

Sambært bjargingarfelagnum, Leth Agencies, fór hendingin fram, tá skipið skuldi gerast partur av einum skipafylgi.

 

Skipafylgið var á veg suður ígjøgnum Sues-veitina, og M/V Glory tók í botn nærindis egyptiska havnarbýnum, El-Qantarah. 

 

Sambært Reuters og Associated Press er ikki greitt, um M/V Glory órógvar skipaferðsluna í Sues-veitini í løtuni.

 

- Sleipibátar royna nú at fáa skipið av aftur, har tað stendur, verður lagt aftrat.

 

Dagført: 

 

Seinni í morgun frættist, at skipið er komið av aftur, og at tað bert eru smærri seinkingar í samband við hendingina.

 

Sagt verður, at M/V Glory er skrásett á Marshall-oyggjunum, og sambært Associated Press var skipið á veg úr Ukraina til Kina við 65.000 tonsum av mais.