Farmaleiðir leggjast lamnar

Føroya Skipara- og navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Farmaskip, sum týsnáttina sótu í lønarsamráðingum vrakaðu semingsuppskotið, sum semingsstovnurin legði fram. Hetta hevur við sær, at feløgini bæði settu arbeiðssteðg í verk, galdandi frá middegi í gjár

Týsnáttina sótu Føroya Skipara- og navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Farmaskip í sáttmálasamráðingum, men hvørgin vildi góðtaka uppskotið, sum semingsstovnurin legði fram.
Sáttmálin fór úr gildi 1. mars 2003, og í uppskotinum, sum lagt fram, skuldi hann leingjast til 1. mars 2004.
? Samráðst hevur verið um lønir við meira, sigur Ellindur Abrahamsen, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
? Millum annað var arbeiðsdagurin broyttur úr 10 tímum til 11 tímar men lønin var ikki broytt samsvarandi. Vit fáa bara ein brøkpart av tí tímanum, og so væl spælir klaverið heldur kki.
Semingsuppskotið varð, sum sagt, vrakað, og arbeiðssteðgurin varð lýstur á middegi í gjár.
Arbeiðssteðgurin rakar farmaskip undir føroyskum flaggi og ferðafólkaskipið
Norrønu. Øll farmasigling verður tó ikki rakt. Skipið Clare hjá Smyril Line
er ikki undir føroyskum flaggi, og Skipafelagið hevur 2 leigað útlendsk
skip í regluligari sigling. Harafturat hevur Skipafelagið í løtuni leigað
útlendska skipið Green Ice, tí Lómur er til umvælingar. Bátarnir hjá Eimskip
eru heldur ikki undir føroyskum flaggi.