Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Nýggjárið verður hildið í Sandabrekkuni við útsýni yvir vøkru Sandsbygd. Vit vænta nógv fólk á vitjan. Mín fitta svigarinna, Conni Petersen, verður 40 ár nýggjársaftan, og hon verður burturstødd heima hjá okkum á Sandi. So, tað skuldi verið løgið, um vinir og familja ikki koma at heilsa upp á hana. Á nýggjárinum taki eg eisini við sum borgarstjóri á Sandi, so vit hava gjørt okkum út til at fáa vitjan, og tað eru bæði frúan og eg spent til.
Tað sigur Heri Sverrason á Sandi.
Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020?
- Tað var hin 10. november, tá tað gjørdist greitt, at eg var vorðin toppskorari til kommunuvalið á Sandi, og at eg stutt eftir einmælt varð valdur til borgarstjóra fyri næstu fýra árini.
Og hvat var tað keðiligasta í 2020?
- Í mong ár havi eg arbeitt sum húsavørður á ellis-og røktarheimunum í Sandoynni, og hetta hevur verið í góðum samljóði við starvsfólk og búfólk. Mítt lætta lyndi ger, at eg gerist ógvuliga góður við búfólkini og tey við meg. Tað kennist tí sera tungt, tá boð eru eftir einum av teimum, og tey flyta heim í ein betri stað. Skilnaðarstundin er sera svár.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- Eg havi vónir um, at Sands bygdarráð fer at arbeiða sum ein samlað eind, øllum borgarum á Sandi til besta sóma.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Ja, í ár verður tað, at eg sum borgarstjóri skal tæna Sandsbygd við rættvísi og kærleika og leggja lív og sál í gerningin, sum mær er fallin í lut, sigur Heri Sverrason.











