Kolombiski verjumálaráðharrin, Juan Carlos Pinzon, segði í kvøld, at uppreistrarrørslan Farc hevur gjørt av við fýra trygdarhermenn, sum vóru gíslar hjá rørsluni.
Sambært ráðharranum eru umleið 20 hermenn og løgreglumenn gíslar hjá Farc, og teir, sum nú eru tiknir av døgum, høvdu verið gíslar í næstan 13 ár. Líkini vórðu funnin í morgun har suðuri í landinum.
Tað er ógreitt, at teir fýra menninir vórðu tiknir av døgum sum hevnd, fyri at leiðarin í Farc, Alfonso Cano, fall í skotbardaga við stjórnarhermenn tann 4. november. Tá bað kolombiski forsetin, Juan Manuel Santos, uppreistrarrørsluna leggja vápnini og koma til samráðingarborðið, men tað vildi rørslan ikki.
Farc er tann elsta uppreistrarrørslan í Latínamerika, sum framvegis er virkin, men eygleiðarar siga, at hon er viknað nógv tey seinastu árini. Farc byrjaði sín bardaga ímóti stýrinum í Bogota fyri 40 árum síðani.