Tað stendur í áltinum frá fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.
Har verður sagt, at meirilutin í fíggjarnevndini hevur gjørt nakrar umraðfestingar í løgunum.
– Meirilutin hevur fingið upplýst, at tunnilstoymið verður liðugt í Dali í næstum.
– Meirilutin metir tað vera sera umráðandi, at toymið og útgerðin framhaldandi verða gagnnýtt, og hevur tí sett 4,6 mió. kr. av til arbeiðið at gera lendisarbeiði og aðrar fyrireikingar, so tunnilstoymið kann byrja at gera Tjørnuvíkartunnilin í 2024, skrivar fíggjarnevndin í álitinum.
##med2##