Nú skal arbeiðið at gera nógv umrødda golfvøllin á Glyvursnesi, byrja.
Tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt.
Býráðið hevur fingið eitt lendi upp á 522.000 fermetrasr á Glyvursnesi til endamálið og tað skal kommunan rindað slakar 10 milliónir fyri.
Men harafturat skal ein 40 ára leigusáttmáli gerast við Búnaðarstovuna um lendi. Leigan er 5.000 krónur um árið, men tá ið tey 40 árini eru farin í 2060, kann sáttmálin leingjast.
Annars eru 3,5 milliónir settar av á fíggjarætlanini fyri í ár til golfvøll á Glyvursnesi.
Sostatt hevur býráðið nú samtykt at góðkenna leigusáttmálan um lendi og at fara undir samráðingar við golfvøllararkitektin um eina ráðgevaraavtalu.
Og samstundis hevur býráðið samtykt at nú kunnu tær 3,5 milliónirnar á fíggjarlætlanini brúkast til at fáa gongd á arbeiðið.
Annika Olsen, borgarstjóri, segði, at gongst sum ætlað, kann farast undir at gera tað fyrsta holið á golfvøllinum í ár.
Annars er ætlanin at gera ein vøll við níggju holum og at gera trý hol um árið, soleiðis at vøllurin verður liðugur í 2023. Tilsamans kostar sjálvur golfvøllurin 27 milliónir, ella tríggjar milliónir fyri hvørt holið.