Hetta valskeiðið hava vit tikið týðandi og tung tøk, sum tryggja búskapin nú og í framtíðini, og sostatt er tíðin nú komin at vit taka frælsi.
Tað er niðurstøðan á flokstingi hjá Tjóðveldi í Hovi nú um vikuskiftið.
Í eini yvirlýsing, sum fundarfólkið á flokstinginum samtykti, varð staðfest, at allar fyrireikingar til at taka fullveldi, eru greiðar og nú skulu seinastu stigini takast!
– Tjóðveldi fer tí til løgtingsval við kravi um, at nú skal loysingin fremjast í verki. Stór stig skulu takast, og vit skulu krevja, at blokkstuðulin verður niðurlagaður, sigur Tjóðveldi í yvirlýsingini,
Flokkurin sigur, at sostatt verður tað eisini eitt krav, at vit skulu halda fram at menna føroyskt mál, útbúgvingar- og mentanarstovnar, samstundis sum at løgregla, dómsvald og rættarskipan, skulu yvirtakast.
Men samstundis ásannar flokkurin, at tað enn eru øki í Føroyum, sum ikki fáa sín lut í teimum virðum, og tí ríkidømi, ið verður skapt her á landi.
– Vit mugu ásanna, at enn hava ikki allir borgarar í landinum somu møguleikar, sigur Tjóðveldi, og tey leggja aftura, at hetta má loysast.
– Samferðslukervið er okkara týdningarmesta amboð til at tryggja, at vælferð, og møguleikar, kunnu koma øllum borgarum til góðar.
– Bara við at betra um samferðslukervið, eisini til tey smáu plássini, kunnu vit tryggja veruligt samhaldsfesti millum fólk og øki í landinum og tað er ein tjóðaruppgáva at loysa, sigur Tjóðveldi.
Og tey siga, at tískil standa vit nú á einum vegamóti og at løgtingsvalið verður avgerandi fyri framtíð okkara sum fólk, sum samfelag og sum tjóð.
Tey siga, at valið stendur ímillum um vit skulu halda fram at menna samfelagið á tí grundalagi, sum er lagt, ella um vit vilja aftur í fortíðina.
– Valið er, um tilfeingið í havinum, og ríkidømið, verður Føroya Fólks, ella um vit vilja lata tað aftur í hendurnar á nøkrum fáum.
– Valið er, um virðini í samfelagnum skulu býtast javnt, har fólk og vinna lata til felagskassan, og saman vilja menna vælferðarsamfelagið - ella um vit vilja hava meira í egnan lumma, og so má hvør sæta sær sum best.
– Valið er, um vit vilja eitt frælst, samhaldsfast og grønt samfelag, bæði fyri okkum og fyri allar okkara eftirkomarar, sigur Tjóðveldi.