Fara siðiliga og sakliga til verka

Rigmor Dam, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, vísti á, at seksuelt misbrúk av børnum er øðrvísi enn onnur lógarbrot. Hon fegnaðist um, at fyrireikararnir hava tikið hetta stigið og brotið tøgnina, sum hevur valdað á hesum øki

– Tíbetur standa nógv fólk saman um málið, so persónligi prísurin ikki verður ov høgur fyri hin einstaka. Her mugu vit standa saman sum fólk. Lat meg leggja fyri við at vísa á, at vit í løgtinginum samstarva tvørtur um floksmørk við teimum tiltøkum, sum eru í umbúnað – líka frá broytingum viðvíkjandi fráboðanarskylduni í barnaverndarlógini til at seta á stovn Barnahús og at seta í verk heildarætlan fyri kynsliga misnýtslu av børnum, sum Annika Olsen greiddi frá í síni røðu. Hetta evnið er ov týdningarmikið til flokspolitiskt agg og sjálvprofilering, segði Rigmor Dam.
Hon vísti á týdningin av, at farið veru siðiliga og sakliga til verka, so stríðið ímóti seksuellum misbrúki av børnum fær eina so breiða undirtøku, sum til ber.
– Vit mugu fyri alt í verðini sleppa undan eini heksajakt, har ósek verða hongd út. Vit hava upplivað tað her heima, og man upplivdi í eitt nú USA, har óteljandi ósek fólk, fólk - foreldur, ommur og abbar - vórðu handtikin og dømd, tá hol kom á búldina har yviri fyrst í 80’unum. So nú er at standa saman, halda høvdið kalt og hjartað heitt. Tí seinastu árini hava vit verið vitni til óteljandi mál um sexuelt misbrúk av børnum í Føroyum. So nógv, at man av røttum øtast, segði Rigmor Dam.
Løgtingskvinnan vísti á, at fyrningarfreistin ikki er galdandi fyri dráp, men fyri kynsliga misnýtslu.
– Tá tú ger teg kynsliga inn á eitt barn, sløkkir tú lívsneistan í eygunum á barninum.
– Tú rænir tað óspilta og álitisvekjandi í sinninum á barninum.
– Tú plantar ótta og vónloysi í hugaheimin á barninum.
– So tað kann væl vera, at tú ikki tekur lívið av barninum - tú fert fetið víðari, og frátekur barninum tað dýrabarasta av øllum: Rættin at liva!