Fara nú at stroyma býráðsfundir í Havn

Tá nýggja býráðið í Havn fer at hava sín fyrsta fund seinni í mánaðinum, kunnu allir havnarborgarar fylgja við fundinum á internetinum.

 

Tað lovar Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi.

 

Á tíðindafundinum sum nýggja samgongan í bý­ráð­num í Havn skipaði fyri í síðstu viku segði Marin Katrina Frýdal, at Tórshavnar kommuna nú fer at stroyma bý­ráðs­fund­ir­nar fyri at veita borgarunum betri kunning.


– Eisini tá býráðið broytir byggisamtyktir, sum so ofta er gjørt í seinastuni, so ætla vit at gera kunningina nógv betri. Hetta so at borgarin beinanvegin veit, um hetta er talan um eitt øki í sínum grannalag, segði Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi.

 

Fleiri kommunur stroyma regluliga sínar býráðsfundir.