Í øllum førum ikki fiskiskipum. Tí um vit hyggja í drúgvu forboðstekstirnar hjá Evropiska Samveldinum, so eru nógv undantøk at síggja. Ikki bara fyri fisk, men eisini fyri kol, olju, heilivág.
Fiskur stendur ikki beinleiðis nevndur í tekstinum frá Evropiska Samveldinum, men matvørur eru nevndar sum førur, ið loyvdar eru russiskum skipinum at føra úr og til havnir í ES londum.
Bárður Nielsen, løgmaður, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hava fleiri ferðir sagt, at Føroyar ikki fara at seta strangari tiltøk í verk ímóti Russlandi, enn ES ger. Teir hava eisini nevnt, at um matvørur eru undantiknar, so verða russisku skipini ikki útihýst úr Føroyum.
Og fiskur er eftir øllum at døma undantikin, tí flutningur av matvørum er undantikin – og tá fiskur er matvøra, og tá russisku skipinni, sum eru í Føroyum, at kalla bara bara flyta fisk, so verða tey ikki fevnd av forboðnum, sum møguliga verður sett í verk í Føroyum.
Og fer landsstýrið so at seta somu tiltøk í verk ímóti russiskum skipum, sum ES ger, so fær tað at kalla ongan týdning fyri russisku skipini, sum eru í Føroyum.
Forboðsteksturin hjá ES kann lesast á hesi slóðini: eur-lex.europa.eu/legal-content/DA/TXT/PDF/